Næmingar
Føroyskt

Hon er mítt heim 
Hon er kvirran í tí villa - sum eg trívist so væl í 
Hon er tøgnin ið eg ræðist, tá hon fer 
 
Hon er ómøgulig at hata - hon er erlig, hon er fríð 
Men mest av øllum er hon tann hon er 
 
Og tá tað kennist sum eg villist - er hon altíð sama stað 
Og longu fyrstu vit hittust - vísti hon mær tað 
 
Hon er mítt heim -hon kennir meg og mínar villur 
Ja, hon er mítt heim - við henni kann eg liggja stillur 
Uttan at tosa - veit hon hvat ið brennur so í mær 
Heima er her við tær 
 
Eg hugsi við mær sjálvum - hvat var tað nú hon sá? 
Hon sær litir í tað svarta - lær meg tað 
 
Tí tá ið óttin tekur ræði - og tað ger hann av og á 
Veit eg at hon bíðar eftir mær 
 
Og tá tað kennist sum eg villist - er hon altíð sama stað 
Og longu fyrstu vit hittust - vísti hon mær tað 
 
Hon er mítt heim - hon kennir meg og mínar villur 
Ja, hon er mítt heim - við henni kann eg liggja stillur 
Uttan at tosa - veit hon hvat ið brennur so í mær 
Heima er her við tær 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
Ró - Martin Joensen 
 
Sólskinstøgn yvir okkum nú, 
Luftin fevnandi mjúk, 
Einsamøll, livandi, eg og tú, 
ósøgdu orðini siga mær alt. 
  
Jørðin okkara, himinin við 
Døggváta grasið lær, 
áin lokkar og teskar um frið 
Alla tíð verð hjá mær... 
  
Sirmið sorgblíða silkibleytt 
Svalir rodnandi húð, 
Signað vit og av gleði mett, 
Aldri var heimur so sannur sum nú. 
  
Jørðin okkara, himinin við 
Døggváta grasið lær, 
áin lokkar og teskar um frið 
Alla tíð verð hjá mær... 
 
Dagmett sól søkir niðublund, 
Klokkan bíðandi slær, 
Skýmingstrøll seta friðarfund, 
Hoydi tú hamranna suðandi svar? 
  
Jørðin okkara, himinin við 
Døggváta grasið lær, 
áin lokkar og teskar um frið 
Alla tíð verð hjá mær... 
  
Máni, vøkuljós ver í nátt, 
Mjørki dýna ver tú, 
Stíga vit so um dreymagátt, 
Gandaði heimur, verð altíð sum nú. 
  
Jørðin okkara, himinin við 
Døggváta grasið lær, 
áin lokkar og teskar um frið 
Alla tíð verð hjá mær... 
  
 
 
Morgun, bíða tú kanst eitt bil, 
Sov tær megi í nátt. 
Vøkumaðurin verja vil, 
Teskar í tøgnini: "Alt vil tær gott, alt vil tær gott." 
 
Jørðin okkara, himinin við 
Døggváta grasið lær, 
áin lokkar og teskar um frið 
Alla tíð verð hjá mær... 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
Uttan Teg 
Posted on juni 22, 2011 | Ger eina viðmerking 
Uttan teg var tøgnin tóm, 
ljósið uttan lit og ljóm. 
Ælabogin gráur var 
um ei, Faðir, tú vart har. 
Uttan teg var dagur nátt, 
sólin átti ongan mátt. 
Uttan teg var glóðin køld, 
uttan teg var morgun kvøld. 
Tá mín brekka gerst ov brøtt, 
tá mær tokan gerst ov tøtt. 
Faðir, fylg mær tá á leið, 
tú, sum eina troyttast ei. 
Hvirlur bresta á mín rút, 
tigandi eg hyggi út. 
Mann í storminum tá eg, 
Harri, aftur tekkja teg? 
Verjugarður mín ver tú; 
vakta, Harri, mína búð. 
Faðir, ver tú styrki mín, 
leið meg loksins heim til tín. 
Tá mítt berg mær gerst ov høgt, 
tá hvørt vitaljós er sløkt, 
Faðir, fylg mær tá á leið, 
tú, sum eina troyttast e 
  
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
Vøkan - Eivør 
 
Vaknaði, sá eg vendi á ranguni 
Bíðaði, helt meg enn vera droymandi 
Nakin, klárvakin á ferð 
 
Sást tú meg, tá eg kom hagar dalandi 
Tagdi eg, ella var eg tá talandi 
Var náttin so skýmlig sum nú 
Var eg líka stúrin sum tú 
 
Hoyrdi tú, tá ið muður mín talaði 
Minnist tú, hvat tað var ið eg ætlaði 
Hvat var tað, eg hugsaði tá 
Segði eg, hvar eg kom frá 
 
Um eg nú vaknaði við 
Var tú tá við mína lið 
Høvdu vit tá funnið frið 
Um eg nú vaknaði við 
 
Nem við meg, so eg kenni meg livandi 
Tráða meg, so eg kenni meg elskandi 
Mín skuggi, mín uggi tú er 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
Eros - Steintór Rasmussen / Frændir  
 
Vilt tú ikki sita her 
Eina løtu nú hjá mær 
So eg kann kína og kyssa teg 
Og vera tær so nær 
So eg kann kína og kyssa teg 
Og vera tær so nær 
 
Nú býurin skjótt sova skal 
Og myrkrið biður góða nátt 
Legg teg bara her so væl 
Fevn og kroyst mín kropp 
 
Vit gloyma dagsins strev 
Í morgin er aftur frídagur 
Og Eros so loyndarfullur lær 
Bara hann okkum sær 
 
Nú sólin sendir geislar inn 
Í eina lítla lón so veik 
Har liggja tvey saman ballað skinn 
Eftir ástarleik 
 
Um vit gloyma dagsins stríð 
Geva hvørjum øðrum tíð 
Kann Eros ikki halda frí – 
Tað leggur hann einki í 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
Christian Matras 
 
Móðir 
 
Hon var ikki gløgg, hon var ikki fríð 
Tó átti hon drey og eydnutíð,  
Áðrenn hon fór til hvíldar 
 
Hon stóð á bakka, tá bátur fór frá, 
Hon veittrði, visti at væl hann sá,  
Ið legði í havið 
 
Nú køvdi av, og skipið eis sást,  
Um bygdina knappliga mjørkin brást 
Og um fótaferð eftir gøtu 
 
Og hugin spann nú sín fína tráð 
Ímillum tað skim, sum eingin sá, 
Og gentuna eystur við gørðum. 
 
Og dreymurin nørdist við fuglaljóð 
Tað var sum sang hennara unga blóð 
Um eydnu í øllum heimi. 
 
Hennara dreymur er núi vorðin gras og mold 
Og livandi synir á Føroya Fold, 
Sum sigla við faðirs fari. 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
Steinbjørn B. Jacobsen 
 
Ikki so galið 
 
At vera lærari 
Er ikki so galið, 
Okkurt er viðhvørt, 
Hvat er ikki tað,  
Álvara, mær dámar tað, 
Eg kann ikki fyri tí, 
Ert tú góður við brønini 
Eru tey góð við teg,  
Barnið veit, 
HVør seg hatar og matar, 
Sum tú rópar,  
Fær tú svar 
Hvør seg hatar og matar 
Sum tú rópar, 
Fær tú svar, 
Lærusetningar? 
Teir eg segði: 
Alt arbeiði 
Møðir viðhvørt, 
Fær tú tað at ganga, 
Besta arbeiði til er, 
Gongur tað ikki, 
Er tað hitt versta, 
Ein sonn plág,  
So einfalt er tað. 
 
 
 
 
 
 
 
 
Poul F. Joensen 
 
Til son mín 
 
Góði, er tú móður? 
Lat meg nana tær 
Kvøða vil eg kvæði 
Við tí syrgilag 
Ið best dámar mær 
 
Lívsins hálu rásir 
Troddi faðir tín 
Lívið er neyð og grátur 
Miðleyst, duldar gátur, 
Tað er royndin mín 
 
Kolsvart gravarmyrkur 
Hylur mið og mál 
Ilt vil lívið bjóðað, 
Lítið av tí góð, 
Menn tí tína sál 
 
Um teg lagnan berjir, 
Sýn tú, hvat tú kann 
Slær hon yvir rygg teg 
Kvikur aftur reis teg 
Lat ei sjá, hon vann 
 
Slær hon teg til blóðs 
Sál tín sýni prúð 
Gudar ella lagna 
Ei á henni magna 
Róðrið hevur tú 
 
Sælan frið bert finnur 
Hann, ið hevjar seg 
Yvir sorg og frøði 
Nú er kvæðið kvøðið 
Goym tað, góðasti 
 
Nana, góða barnið, 
Hjartans uggi mær, 
Sov nú søti eingil, 
Allir teir við veingjum 
Eru ei mót tær 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
Áraløg • 2009 
Morgun 
Lyrics of Morgun by Martin Joensen 
Morgun og nýføddur grátur 
vælkomin, lítli, stíg inn 
í henda heimin sum gestur 
kanska tú dvølur eitt bil. 
 
Um tú vilt korini vita 
best at eg sigi sum minst 
tó, eingin veit um júst títt lív 
skapt er til eydnu og ljós. 
 
Ábyrgdin á tínum herðum 
gáva frá okkum til tín 
byrða, ið tung er at bera 
ber hana betur enn vit. 
 
Heimurin fyri tær opin 
kannar teg gjølla og væl 
merktur av ringastu royndum 
býður tær kortini sess. 
 
Men, tú eigur dagin og ljósið 
tú eigur náttina við 
tú eigur stjørnurnar allar 
tú eigur rættin til frið. 
 
Viljin er sterkasta svørðið 
bítur á harðasta stál 
vónin er bjartasti brandur 
lýsir tær veg fram á mál. 
 
Ábyrgdin á tínum herðum 
-gáva frá okkum til tín 
byrða, ið tung er at bera 
ber hana betur enn vit 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
Góða mamma, eg vil sova - 573 
573 
Góða mamma, eg vil sova, 
eygu míni møðast brátt; 
Jesuspápi hevur lovað 
meg at verja væl í nátt. 
  
2. Góða mamma, legg meg niður, 
góða mamma, signa meg. 
Lítla barnið mammu biður 
faðirvár at læra seg. 
  
3. Góða mamma, far ei frá mær, 
far ei út um stovugátt; 
bið Guðs einglar standa hjá mær, 
vera vernd hjá mær í nátt. 
  
4. Góða mamma, alt eg gloymi, 
alt tað, sum eg sá í dag; 
langt, langt burtur eg meg droymi 
til ein fagran, fríðan stað. 
  
5. Har man Jesuspápi búgva, 
vakrar blómur vaksa har; 
hagar hvítir einglar flúgva, 
flúgva einaferð við mær. 
  
6. Sov í friði, kæri skattur, 
sov tín sæla náttarblund. 
Gævi Guð, tú vakni aftur 
lívsins frísku morgunstund. 
  
Jacob Hansen 1908. 
Lag: Sl. 88 ella sum Sl. 363. 
Lukkan er ei gullið -  
Orð: Kem Poulsen 
Lag: Jens Marni Hansen 
 
Vit føðast jú øll nakin - inn í hesa verð. 
C F Dm G 
Og vita ikki tá hvar - ið lagnan okkum ber. 
F G Em Am 
Lívið er so ymiskt - vit fáa her á jørð. 
Dm C/E F G C 
Lagnan tykist løgin - stundum órættvís og hørð. 
 
Summi enda lívið - í fátækt, sorg og neyð. 
Stríðast alt lívið - fyri mat og dagligt breyð 
Onnur spinna gulltrá,- og lívið tykist lætt. 
Og føla at tey hoyra - til aðra hægri stætt. 
 
Um víða tú enn leitar - um øll heimsins lond. 
Við gullið tú ei knýta - kann ekta kærleiksbond. 
Við peningi tú keypa kann - tær vinir um tú vil. 
Tann løtan hon er meinigsleys - og vari 
r bert eitt bil. 
 
Hjarta títt tað veit at - ein rættur vinur er 
Vísa tær á neyðina – og hvat í munin ger 
Hann vísur á tey veiku – og gevur tær tey ráð 
At hjálpa teim, úr neyðini– við tínum gylta tráð 
 
Takksemi og gleðin - tú í teirra eygum sær 
Er gávan størst av øllum, - ið tú kanst ynskja tær 
Lukkan er ei gullið, - tú samlar her á fold. 
Tú fært jú onki við tær,- tá tú fert undir mold. 
 
 
 
 
 
 
 
Eg eri - Sigrið Gaini 
 
Í dag eri 
Eg eg 
Í gjár var 
Eg eg 
Í gjár 
Í dag eri 
Eg ikki eg 
Í gjár 
Hvønn dag eri 
Eg eg 
Tann dagin 
Nú eri 
eg eg 
Nú 
Eri eg ongantíð 
Eg tá 
Eg var eg 
Tá 
Dreymurin broytti meg 
Tað er altið okkurt 
Ið broytir meg 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
Ansa tær 
Eg vit væl tað byrjaði í spølni 
Ein lítlan guv og lívið kendist feitt 
Tað sum fyrr var spennandi við vinum 
Kendist tungt og hevði lívið broytt 
 
Og við eitt so hevði borið fanga 
Og ein leinkja løgd um sinni títt 
Hon var tung og køvdi glaða lyndi 
Sum trívist best tá tað kann liva frítt 
 
Og so svunnir vóru glaðir dagar 
Og ei longur kendist nakar við 
Eingin elskar ein í hevður snáva 
Eingin hava vil við sína lið 
 
Men tú vildi hava lívið aftur 
Takað tað sum tikið var frá tær 
Og tú sýndi slíka stóra styrki 
Og tú sýndi okkum hvør tú var 
 
Ansa tær og altíð ver tær hjá 
Allir dagar eigur tú enn á 
Tak móti hvørjum degi 
Tað er tað ið lívið byggir á 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
FARIN 
  
C Fmaj7 
Farin, men enn í stað 
C Am Fmaj7 
Alt tað, ið vit hava sæð 
Am Fmaj7 Am G/B 
Minnini takið eg við, 
C Am Fmaj7 
Farin, men enn í stað 
 
Ljósið, tað hómi eg enn, bleiktrar og litar meg, men 
Veit at tað hvørvur so hvørt, ljósið tað hómi eg enn 
E7 Am G Fmaj7 
 
Men tá harðast rakar á, eg vendi aftur til eitt stað 
E7 Am G Fmaj7 G 
Har eg fevndi teg og visti at vit áttu bara tað 
 
 
Fmaj7 
(Liggur tú beint nú sum eg 
Am G Em 
Kvirt í tínum kamari 
Fmaj7 
Reika tankar hendan veg 
Am Fmaj7 
Beint nú hugsi eg um teg) 
 
Bleiv alt, sum tú hevði vóna, droymir tú ongantíð enn 
Vildi vit aftur ein dag, farin, men enn í stað 
 
(Men tá harðast rakar á, eg vendi aftur til eitt stað 
Har eg fevndi teg og visti at vit áttu bara tað) 
 
Liggur tú beint nú sum eg, kvirt í tínum kamari..........x2 Em 
Famj7- Am G/B Fmaj7 
Farin er tín egna veg, í sama staðið standi eg 

Flóvin Bænadiktsson


1. Árla var um morgunin,
sól tók fagurt at skína:
Marita snúðist av hallini út
við fylgismoyggjar sínar.
Lati meg sova á tínum armi,
ríka jomfrúa.


2. Árla var um morgunin,
tað roðar fyri sól:
Marita snúðist av hallini út
við fylgismoyggjar tólv.


3. Marita snúðist av hallini út
við fylgismoyggjar sínar,
møtti henni Flóvin Bænadiktsson
undir so grønar líðar.
4. Tað var Flóvin Bænadiktsson,
hann tók hana í sín favn:
„Gud fyriláti tær, søtan mín,
tú lovaðist øðrum manni!»


5. „Faðir og móðir meg burt góvu,
so mínir frændur fleiri,
tá kom sorgin í mítt bróst
og ikki gleðin meiri.


6. Faðir og móðir meg burt góvu,
so mínir frændur flestu,
tá kom sorgin í mítt bróst
og ikki gleðin besta.“


7. „Hoyr tú, frúgvin Marita,
lætta av angist og trega!
eg skal sláa Hermann í hel
(og) draga so av landi med teg!


8. Hoyr tú, frúgvin Marita,
er tað við tín vilja?
eg skal sláa Hermann í hel
og teg frá honum skilja.“


9. „Hoyr tað, Flóvin Bænadiktsson,
tað er ikki við mín vilja!
tann sami Gud, oss saman kom,
hann kann oss best at skilja.“


10. Marita snúðist haðan burt
í tí sama orði,
hon kom ikki til hallar heim,
fyrr enn Hermann sat yvir borði.


11: „Hoyr tú, frúgvin Marita,
hví hava tíni eygu so runnið?
Tú hevur verið við kirkju í dag,
og Flóvan hevur tú funnið.“


12. „Eg var meg við kirkju í dag,
men Flóvan eg ikki fann,
har misti eg mínar gullringar burt
og so mítt reyðargullband.


13. Hoyr tað, harra Hermann,
hvat eg beri fyri brósti:
vegin er mín sæli faðir,
forðum drongur treystur!”


14. „Hoyr tú, frúgvin Marita,
lætta av angist og trega!
eg skal ríða á markna út
hans banamann at vega.“


15. Tann fyrsta píl í skóginum var skotin,
hon var gjørd av stáli,
hon fleyg fyri harra Hermanns bróst,
hon stansaði hansara máli.


16. Tann onnur píl, í skóginum var skotin,
hon var skotin av treysti,
hon fleyg fyri harra Hermanns bróst,
hann fell av sínum hesti.


17. Svaraði harra Hermann,
hann fell av hesti sínum:
„Harra Gud faðir av himmiríki
heilsi mær Maritu míni!“


18. Harra Gud faðir av himmiríki
heilsi mær Maritu míni!
bæði væl og høviskliga,
behaldi hon ævi sína!”


19. Gevið ljóð og lýðið á!
eg kvøði sum eg kann:
syrgilig bóru tey boðini
fyri Maritu fram.


20 Frætti tað Flóvin Bænadiktsson,
hann sat í búnum talvi:
deyður er harra Hermann,
so reystur drongur av alvi.


21. Tað var Flóvin Bænadiktsson,
hann sópaði talvið saman,
biður gott fyri riddarans sál,
helsti var hann gamal.


22. „Saðlum várar hestarnar,
og ríðið undir oy!
nú skal festa einkjuna,
eg fekk hana ikki moy!


23. Saðlum várar hestarnar,
ríðið gjøgnum lund!
nú skal festa einkjuna
tað hitt væna sprund.“


24. Flóvin býður Maritu
í song við sær at liggja;
takk havi frúgvin Marita,
hon vildi tað boð ei tiggja!


25. Hon gav seg í nunnukloystur
við so góða trú,
onga tíð á ævini
livir hon sum nú.

Góð ráð til munnligu royndina í føroyskum:

  • Fyrireika teg sera væl einsamallur og saman við tínum flokksfeløgum
  • Byrja fyrireikingarnar alt fyri eitt
  • Ger eina tíðarætlan fyri fyrireikingarnar
  • Tú skalt arbeiða hart og smart
  • Lesið ævintýrið fleiri ferðir
  • Lesið brotið, ið tú skalt lesa har, fleiri ferðir og lesið tað hart framman fyri spegilinum. Minnist til ljóðbroytingar o.fl
  • Greina og tulka ævintýrið
  • Tú má kenna tína synopsu væl og virðiliga

Munnlig roynd í føroyskum

Kl 8.15 Rani
Kl 8.30 Anna
Kl 8.45 Leon
Kl 9.00 Lív
Kl 9.15 Rebekka
Kl 9.30 Mathias
Kl 9.45 Markus

Steðgur


Kl 10.00 Marjun
Kl 10.15 Dánjal
Kl 10.30 Jóhan
Kl 10.45 Julian
Kl 11.00 Petur
Kl 11.15 Bastian
Kl 11.30 Kai Helgi
Kl 11.45 Jónas

Fyrireika fyrisøgnina Springarar. Ein kann lesa hana ígjøgnum fleiri ferðir. Harumframt ber til at skriva hana heima í hefti. Eisini kann ein vera spurdur orð og royna at stava tað. Góðan arbeiðshug