Næmingar
Søga

1) Søga og víkingar (Settlement of Iceland) Bylgja, Maud og Kristian

Hvør búsetti seg fyrst í Íslandi og hvussu komu tey? Hvussu livdu fólkini har?
Hvørjar eru sagnirnar (sagurnar)? Og hvussu við trúnni? Hvat er sambandið til Føroyingasøgu? O.s.fr.

- Gerið eina plakat ella teknirøð um landnámstíðina í Íslandi.

2) Íslendska málið Elias, Nóah og Aura

Hvat er upprunin til íslendska málið. Hvussu ljóðar íslendskt? Hví líkist málið forn-norrønum máli?
Er nakar málpolitikkur í samband við varðveitslu av íslendska málinum? Hvussu er við ensku ávirkanini? O.s.fr.

- Gerið eina lítla orðabók til flokkin við orðum, sum ferðafólk kunnu brúka.

3) Politikkur og samfelag Ísak, Villiam og Bryndis

Hvussu nógv fólk búgva í landinum? Ymisk samfelagslig hagtøl? Hvussu verður Ísland stýrt? Kendasti íslendski politikarin? Hví er Ísland kent fyri javnstøðu? O.s.fr.

- Gerið eina plakat, sum greiðir frá politikkinum og samfelagnum.

4) Skúlalív í Íslandi Julia Eyð, Zeth og Viljar

Hvussu eru skúlarnir skipaðir í Íslandi? Hvørji lærugreinir hava næmingar í Íslandi?
Er munur á skúlum í Íslandi og í Føroyum? O.s.fr.

- Gerið eina plakat: “Ein dagur í lívinum hjá einum íslendskum næmingi” Samanberið við tykkara egna skúla

5) Matur og gerandislív Olivia, Ronja og Noomi

Hvat eta fólk vanliga í Íslandi? Hvørjir rættir eru tjóðarrættir? Hvørji dýr veiða íslendingar til matna?
Hvat kundu tit hugsað tykkum at smakka? Er íslendsk matmentan í vanda? O.s.fr.

- Gerið eina “íslendska matarskrá.”

6) Tónleikur og mentan Marin, Ári og Filip

Hvørjir kendir íslendskir tónleikarar eru? Hvat er serligt við íslendskum tónleiki?
Hví eru so nógvir tónleikarar úr Íslandi kendir í heiminum?
Hvussu ljóðar málið í sangunum? O.s.fr.

- Gerið ein lítlan playlista (3–4 sangir) Greiðið stutt frá, hvat sangirnir snúgva seg um og spælið eitt stutt brot fyri flokkinum.













Til 14. januar 2026:

Rómverjaríkið - s. 55-59

Við støði í tekstinum:

1) Greið frá um Julius Cæsar.

2) Sig frá um Octavian ella Augustus. Kom inn á hugtakið pax romana.

3) Greið frá um Nero keisara.

4) Greið frá støðuna hjá teimum kristnu í Rómverjaríkinum.

5) Greið frá um tíðina eftir Nero, m.a. um keisararnar, landamørkini, handil v.m.

Til 21. januar 2026:

Rómverjaríkið - s. 60-69

Við støði í tekstinum:

1) Greið frá muninum millum rík og fátæk í Rómverjaríkinum og greið eisini frá bústaði og gerandisdegi hjá einum ríkum rómverja.

2) Greið frá um kvinnuna í Rómverjaríkinum - samanber eisini við kvinnuna í gamla Egyptalandi (s. 21) og Grikkalandi (s. 42). 

3) Greið frá um Pompeji.

4) Greið frá um endan á Rómverjaríkinum og hvørjar orsøkirnar vóru til tess?

5) Greið frá um Colosseum og deyðan sum undirhald.